-Eg eri ekstremt vónbrotin

07.09.2014 - 23:27
Innlendis
-Eg eri ekstremt vónbrotin
Soleiðis segði hjálparvenjarin hjá Føroyska landsliðnum Jóannes Jakobsen eftir 3-1 tapið fyri Finnlandi fyrr í kvøld
Mynd: fsf.fo  

Føroyar taptu í kvøld 3-1 fyri Finnlandi á heimavølli. Hálvleiksstøðan var 1-0, tað var eftir 41 minuttir at Christian Lamhauge Holst setti bólin í netið eftir eitt mistak í verjuni hjá Finnlandi. 

Men tíverri fyri okkum, so skoraði Finnland trý mál í seinna hálvleiki. 


Jóannes Jakobsen er hjálparvenjari hjá Føroyska landsliðnum, og hann var sera vónbrotin eftir dystin. 

Hann segði at nú skal dysturin hyggjast í gjøgnum og eftirmetast.

 

Hann vil einki siga um hvørjar avgerðir møguliga skuldu verið øðrvísi, men sigur at ábyrgdin liggur hjá venjaratoyminum.

Jóannes Jakobsen greiddi frá hví at dysturin fór frá at vera ein sólskinssøga til at verða eitt vónbrot.

 

Úrslitið : Føroyar 1 - Finnland 3

1-0 41 min Christian Lamhauge Holst 
1-1 52 min Riku Riski
1-2 78 min Riku Riski
1-3 82 min Roman Eremenko

 

Hoyr samrøðuna við Jóannes við at trýsta á ljóðbrotið omanfyri.

 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360