Hækka skattaprosentið í Klaksvík

17.09.2014 - 11:46
InnlendisPolitikkur
Hækka skattaprosentið í Klaksvík
Meirilutin í Klaksvíkar Býráði ætlar at hækka skattaprosenti hálvt prosentstig fyri at fíggja nýggja skúlan

Tað er fyrbilsloysn, og skattaprosenti verður lækkað aftur, tá skúlin stendur liðugur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Klaksvíkar býráð væntar, at inntøkurnar hjá kommununi verða 167 miljónir krónur næsta ár. Tað er hálv fjórða milljón meira enn metingin fyri 2014.

Dýrari rakstur næsta ár

Býráðið í Klaksvík hevur viðgjørt uppskotið um fíggjarætlan fyri 2015.

Raksturin verður 3,2 milliónir krónur dýrari næsta ár enn í ár. Fyrsta oktober í ár hækka lønirnar 1,9 prosent.

Sambært uppskotinum um fíggjarætlan fer raksturin hjá Klaksvíkar kommunu at geva 44,5 mio. kr. í avlopi næsta ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Týsdag 26. mai
Andaktin
208817
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770