Hakkaraálopið kostaði Klaksvíkar kommunu fleiri milliónir

Hakkaraálopið kostaði Klaksvíkar kommunu fleiri milliónir
Fíggjarnevndin í kommununi hevur játtað 4,8 milliónir krónur til at dekka útreiðslur og loysigjald
 
30.01.2025 - 19:55

Hakkaraálopið á Klaksvíkar kommunu í september í fjør kostaði kommununi fleiri milliónir krónur tilsamans, tá ið teldusníkar løgdu hald á allar telduskipanir hjá kommununi, og eisini hjá Norðoya bú- og heimatænastu og Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum.

Talan var um navn, bústað, p-tal, kontunummur, yrkisfelagsligt tilknýti og persónupplýsingar í sambandi við málsviðgerðir.

Kommunan rindaði góðar 800.000 krónur í loysigjaldi fyri at fáa atgongd til sínar dáturnar aftur, og fyri nýggjan pall til útgerð.  

Sambært Frihedsbrevet kostaði álopið kommununi 4,3 milliónir krónur.

Fíggjarnevndin játtaði 4,8 milliónir krónur til at dekka útreiðslur og loysigjald.

Serfrøðingar uttanlands hava staðfest, hvussu hakkararnir sluppu framat upplýsingunum á tann hátt, at starvsfólk í kommununi hevði loggað seg inn á skipanina heimaífrá. Tað ber ikki til longur, sigur borgarstjórin.

Klaksvíkar kommuna hevur gjørt avtalu við útlendska veitara, sum alt samdøgrið hevur eftirlit við trygdini í sambandi við kt-skipanina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á nátturða:

Karl_Hakkaraalop

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672