Vilja hava sálarfrøðing til miðnámsskúlanæmingar

06.10.2014 - 07:44
InnlendisSamfelag
Vilja hava sálarfrøðing til miðnámsskúlanæmingar
Framsókn hevur skotið upp at hækka játtanina 600.000 kr.

Framsókn skjýtur upp at hækka játtanina á fíggjarlógini við 600.000 krónum at seta sálarfrøðing til næmingar í miðnámsskúlum og lærlingar, sum taka yrkisútbúgving.

Framsókn vísir á, at í einum áliti, sum varð skrivað í 2004, varð mett, at neyðugt er við einum sálarfrøðingi í fullum starvi fyri hvørjar 3.000 næmingar. Tá varð mælt til í minsta lagi eitt hálvt starv. Nú ganga meiri enn 3.000 næmingar á miðnámi ella taka yrkisútbúgving, og tí er grundarlag fyri í minsta lagi einum fulltíðarstarvi hjá einum sálarfrøðingi innan ungdómssálarfrøði.

Ber ikki til at halda kunngerðina

Sambært kunngerð um miðnámsútbúgvingar er álagt lestrarvegleiðingini at skipa so fyri, at næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, verða vístir til sálarfrøðing. Men sum er ber ikki til at lúka hesa áseting í kunngerðini, tí eingin sálarfrøðingur er knýttur at miðnámsskúlaskipanini, sigur Framsókn í viðmerkingunum til uppskotið.

Á studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum vísir ein kanning, at umleið 80 næmingar eru orðblindir, men nógvir næmingar hava eisini sálarligar trupulleikar, sigur rektarin, Herleif Hammer. Hann heldur, at tørvur er á at seta sálarfrøðing.

Mynd: Poul Michelsen, formaður í Framsókn

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313