Merkið og ukrainska flaggið veittra uttan fyri tinghúsið

Merkið og ukrainska flaggið veittra uttan fyri tinghúsið
Formansskapurin vil á henda hátt vegna Løgtingið sýna áhaldandi stuðul til Ukraina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2025 - 13:41

Í sambandi við, at trý ár eru liðini, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, er ukrainska flaggið vundið á stong saman við Merkinum uttan fyri Løgtingið. 

Formansskapurin vil á henda hátt vegna Løgtingið sýna áhaldandi stuðul til Ukraina:

- Við hesum vilja vit sýna okkara áhaldandi stuðul og samhuga við Ukraina, ukrainska fólkinum og ikki minst teimum ukrainsku flóttafólkunum, sum nú liva og virka í Føroyum. Flokkarnir á tingi hava allir staðið saman um at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina og at gera átøk at mótmæla krígnum, sum er eitt ógvisligt álop á frælsið og fólkaræðið hjá sjálvstøðugum tjóðum, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sambært heimasíðuni hjá løgtinginum.

Løgtingforkvinnan hevur eisini í dag sent eina samhugaheilsan til Verkhovna Rada, sum er fólkavalda tingið í Ukraina.

 

(Myndir: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846