Makreltíð:veiðiloyvi og skip seld aftur og fram

09.10.2014 - 12:58
Innlendis›Vinna
Makreltíð:veiðiloyvi og skip seld aftur og fram
Skip handlað fyri stíva hálva milliard í summar. Útlendingar við í 17 skipakeypum

Fiskimálaráðið og Vørn hava úr at gera við at avgreiða handlar við veiðiloyvum og fiskiskipum. Higartil í ár eru 41 skip seld fyri 552 milliónir krónir til saman, og 20 veiðuloyvi eru flutt millum skip.

Ikki øll reiðarí, sum sleppa at fiska makrel, hava skip tøk til at fiska makrelin. Tí keypa tey annað skip í nakrar vikur at fiska makrelin og selja so skipið aftur hagar, tað varð keypt.

Og nógvir útlendingar eiga í føroysku fiskivinnuni, verður staðfest í svari úr Fiskimálaráðnum.     

Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap kunnu útlendingar eiga í mesta lagi triðingin av føroyskum fiskiskipum.

Á heimasíðuni hjá løgtinginum, "Tingmál - Spurningar §52 a," sæst, hvørji veiðiloyvi og hvørji fiskiskip eru handlað í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025