Tað gongst væl í byggivinnuni

22.10.2014 - 11:49
InnlendisSamfelag
Tað gongst væl í byggivinnuni
26 nýggj arbeiðspláss fráboðað í byggivinnnuni higartil í ár, siga tøl frá Arbeiðseftirlitinum
Tað gongst væl í byggivinnuni
Mynd: Savnsmynd  

Hetta er ein óvanliga stórur vøkstur samanborið við virksemið seinastu árini, sigur Leivur Persson, deildarleiðari á Arbeiðseftirlitinum.
Arbeiðið er framvegis í nógvum byggiverkætlanum, sum vórðu settar í gongd í fjør. Tí hevur Vinnumálaráðið í uppskoti til fíggjarlóg fyri næsta ár raðfest Arbeiðseftirlitið við 410.000 krónum í meirjáttan.
"Seinastu árini er byggivirksemið og annað framleiðsuvirksemið økt nógv. Hetta hevur viðført, at tørvur er á øktari orku til tess at fyribyrgja arbeiðsvanlukkur. Játtanin er í 2015 raðfest við 410.000 krónum til at fyribyrgja arbeiðsvanlukkur", stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið.
Samtykkir løgtingið uppskotið til fíggjarlóg næsta ár, fer Arbeiðseftirlitið at nýta meirjáttanina til at uppraðfesta skaran av eftirlitsfólkum, sigur Arbeiðseftirlitið.
Játtanin til Arbeiðseftirlitið er annars skerd nógv seinastu árini. Skerjingin var serliga stór í 2011, meira enn 700.000 krónur.
Tí var neyðugt hjá stovnsleiðsluni at minka um starvsfólkatalið - úr 10,6 heilsársverkum við ársbyrjan í 2011 niður í 6 heilsársverk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454