Tænastur í heilsuverkinum skulu vera ókeypis

14.11.2014 - 09:31
Innlendis›Politikkur
Tænastur í heilsuverkinum skulu vera ókeypis
Løgtingið eigur at játta neyðuga peningin, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður

Tað kemur ikki upp á tal, at fólk skulu gjalda fyri tænastur í heilsuverkinum.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.

Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur róð framundir, at fyrimunir kunnu vera við brúkaragjøldum. Hann heldur, at vit eiga at kjakast, hvat amenna heilsuverkið skal rinda fyri, og hvat sjúklingurin sjálvur skal rinda.

Karsten Hansen sigur, at løgtingið eigur at játta neyðuga peningin, sum tað slepst undan brúkaragjøldum í heilsuverkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040