- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnan fegnast um fríhandilssáttmála við Turkaland
17.11.2014 - 11:47
Innlendis›Samfelag
Vinnan fegnast um fríhandilssáttmála við Turkaland
Ætlanin er skriva undir sáttmálan fyri jól

Turkaland er ovast á listanum við londum, sum føroyska vinnan vil sleppa at útflyta til.
Tí fegnast vinnan um, at ein fríhandilssáttmáli millum Føroyar og Turkaland er komin undir land.
Føroyar kunnu selja Turkalandi botnfisk, uppsjóvarfisk og laks. Tollurin í Turkalandi á føroyskum laksi og uppsjóvarfiski er úr 20 upp í 45 prosent.
Er alt komið í lag, fer løgmaður til Ankara 16.desember at skriva undir fráhandilssáttmálan við Turkaland. Fyri Turkaland skrivar búskaparráðharrin undir.
Hoyr Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum og forkvinnu í Útflutningsráðnum, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
RagnarRokk: Kjetil Nordhus um A Dark Poem, Part III: The Messiah Complex
212529
Nýggjastu sendingar í SV













