Vinnan fegnast um fríhandilssáttmála við Turkaland

17.11.2014 - 11:47
InnlendisSamfelag
Vinnan fegnast um fríhandilssáttmála við Turkaland
Ætlanin er skriva undir sáttmálan fyri jól

Turkaland er ovast á listanum við londum, sum føroyska vinnan vil sleppa at útflyta til.

Tí fegnast vinnan um, at ein fríhandilssáttmáli millum Føroyar og Turkaland er komin undir land.

Føroyar kunnu selja Turkalandi botnfisk, uppsjóvarfisk og laks. Tollurin í Turkalandi á føroyskum laksi og uppsjóvarfiski er úr 20 upp í 45 prosent.

Er alt komið í lag, fer løgmaður til Ankara 16.desember at skriva undir fráhandilssáttmálan við Turkaland. Fyri Turkaland skrivar búskaparráðharrin undir.

Hoyr Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum og forkvinnu í Útflutningsráðnum, í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360