Vil hava frágreiðing um útbjóðing hjá Taks

19.11.2014 - 08:11
InnlendisSamfelag
Vil hava frágreiðing um útbjóðing hjá Taks
Verður Taks ikki tikið av ræði, fer alt trúvirði úr almenna útbjóðingarpolitikkinum, sigur stjórin í Idé Møblum

Fyritøkur undrast á handfaringina hjá Taks, sum avgjørdi at taka av DÝRASTA tilboðnum, tá stovnurin skuldi keypa innbúgv til nýggju skrivstovuhølini á Skálatrøð.

- Okkara vøra stendur mát við allar standardir, sigur Christian Nagata, stjóri í Nema, sum átti nógv lægsta tilboðið, men kortini tapti kappingina.

- Um Fíggjarmálaráðið ikki ger skjótt av og tekur Taks av ræði í hesum málinum, so fer alt trúvirði úr almenna útbjóðingar-politikkinum, sigur Birgir Andreasen, stjóri í Idé Møblum.

Kringvarpið hevur eisini tosað við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

- Málið er púra nýtt fyri mær og Fíggjarmálaráðnum. Eg havi biðið Taks um at geva mær eina frágreiðing beinanvegin, sigur Jørgen Niclasen.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil ikki gera fleiri viðmerkingar, fyrr enn hann hevur fingið frágreiðingina frá Taks.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763