Føroyar gjørt størsta lop nakrantíð

27.11.2014 - 15:28
ÍtrótturFótbóltur
Føroyar gjørt størsta lop nakrantíð
Hóast talan er um næsthægsta lop upp eftir FIFA styrkilistanum, so er í veruleikanum talan um størsta lopið, sigur Jákup Emil Hansen
Mynd: Myndasavn  

Málið hjá Jóan Símun Edmundsson, sum tryggjaði sigurin á Grikkalandi í Athen, sendi ikki einans føroysku tjóðskaparkensluna móti hæddunum. Føroyar hava gjørt eitt risa lop upp eftir styrkilistanum hjá FIFA og eru nú nummar 105 yvir heimsins fótbóltstjóðir, beint frammanfyri Saudia Arabia og beint í hølunum á Avstralia.

Eitt lop upp á 82 pláss.

Hóast talan er um næst hægsta lop upp eftir FIFA styrkilistanum, so er í veruleikanum talan um størsta lopið, sigur Jákup Emil Hansen, sum er serkønur í altjóða fótbóltsstyrkilistunum. Føroyar liggja nú nummar 105 yvir heimsins fótbólstjóðir.

Lopið kann gera, at Føroyar verða bólkaðar í næstniðasta styrkibólkinum, tá lutakastið til komandi HM-undankapping verður næstaár.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. juni
EM tíðindi 16. juni 2024
176826
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 15. juni 2024
176776