Liðskiparin: - Vit hava nógv at læra

Liðskiparin: - Vit hava nógv at læra
Ásla Johannesen var ikki nøgd við tapið fyri Grikkalandi í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli, hóast avrikið var gott. - Vit hava nógv at læra av hesum, segði hon
04.06.2024 - 19:54

Liðskiparin hjá bestu føroysku fótbóltskvinnunum, Ásla Johannesen, var ikki nøgd eftir 2-0 ósigurin fyri Grikkalandi á Tórsvølli.

 - Vit kempa væl, og vit levera eitt gott avrik, men Grikkaland var eina tonn betri enn Andorra var, og vit hava nógv at læra av hesum her, segði Ásla Johannesen eftir EM-undankappingardystin.

Við málum frá Veatriki Sarri og Sofia Kongouli báðu megin steðgin vann útiliðið 2-0, og føroyingarnir komu niður aftur á jørðina eftir frálíka 4-0 sigurin á Andorra fríggjakvøldið.

 - Vit gera tað gott inni á vøllinum, men sluttproduktið skulu vit gott nokk arbeiða upp á og teirra sat, so tær vóru effektivari, segði føroyski liðskiparin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425