El-bilar ikki egnaðir at koyra millum bygdir

02.12.2014 - 13:30
Innlendis›Politikkur
El-bilar ikki egnaðir at koyra millum bygdir
Eitt uppskot um eykajáttan til løðistøðir er fallið í tinginum

Meirilutin í fíggjarnevndini tók ikki undir við uppskotinum hjá Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi um at tríggjar milliónir kr. í eykajáttan at stuðla uppseting av løðistøðum til el-bilar. Og tá atkvøtt varð, fall uppskotið.

Thormann Kruse, veikstreymsverkfrøðingur, ivast í, um fleiri føroyingar fara at keypa el-bilar, hóast løðistøðir verða settar upp, tí enn koyra teir ov stutt til løðingina í battarínum. Tí eru teir ikki egnaðir at koyra millum bygdir, heldur hann.

Hinvegin eru el-bilarnir væl egnaðir til býarkoyring, sigur Thormann Kruse.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961