Roynir at máa støðið undan Umboðsmanninum

02.12.2014 - 13:07
Innlendis›Politikkur
Roynir at máa støðið undan Umboðsmanninum
Kristina Samuelsen, advokatur, sigur, at tað hevur stóran týdning, at stovnurin hevur trúvrði, og at niðurstøðurnar verða fylgdar

Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, roynir at máa støðið undan Løgtingsins Umboðsmanni, tá hann sigur, at fjølmiðlarnir áttu at kannað, hvørji politisk motiv liggja aftan fyri hennara niðurstøðu um almenna innlitið í sáttmálan millum CIP og landsstýrið.

Tað sigur Kristina Samuelsen, advokatur.

Hon var skrivari hjá tingevndini, sum viðgjørdi uppskotið til umboðsmannalógina í 2000.

Jákup Mikkelsen skrivar soleiðis á síni Facebook-vangamynd:

– Tað tykist sum KVF heldur, at ongin má seta spurnartekin við tað, løgtingsins umboðsmaður kemur við – eg haldi, at fjølmiðlarnir áttu at kannað, um tað kunnu finnast politisk motiv aftan fyri nakrar av niðurstøðunum, hon er komin við hesi seinastu árini, fyri ikki at tala um løgfrøðisligu góðskuna.

Eg hugsi bara um “kritiskan journalistikk”.

Jákup Mikkelsen hevur onga viðmerking, men hann sigur, at hann stendur við hvørt orð, sum hann hevur skrivað.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891