Tríggjar føroyskar matstovur millum tær bestu í Evropa

Tríggjar føroyskar matstovur millum tær bestu í Evropa
673 matstovur eru á matstovulistanum.
Áarstova er saman við Koks og Barbaru á listanum millum bestu matstovur í Evropa.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.05.2025 - 07:59

Tríggjar føroyskar matstovur eru á listanum við bestu matstovum í Evropa.

Opinionated About Dinings hevur gjørt listan. 

Føroysku matstovurnar eru Koks, sum er nummar 15, Barbara er nummar 605, og Áarstova er nummar 646.

Koks virkar tó ikki í løtuni.

30 matstovur í ríkisfelagsskapinum eru á listanum. Hinar 27 eru í Danmark.

Fimta árið á rað er Alchemist í Keypmannahavn á fyrsta plássi. 

673 matstovur eru á matstovulistanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329