Spardar oljuútreiðslur eiga at fara til umvæling

02.12.2014 - 08:42
InnlendisPolitikkur
Spardar oljuútreiðslur eiga at fara til umvæling
Strandferðslan mælir frá at skerja játtanina, hóast oljurokningin minkar 4,7 mió. kr. næsta ár

Fallandi oljuprísurin og harvið lækkandi oljurokningin til Strandferðsluna, skal koma Smyrli til góðar.

Leiðslan á Strandferðsluni hevur roknað seg fram til, at við verandi oljuprísum kann stovnurin spara umleið 4,7 milliónir krónur í olju næsta ár.

Tey boðini eru farin víðari til Vinnumálaráðið, sum nú biður løgtingið um vælvild.

- Vinnumálaráðið skal staðiliga heita á Fíggjarnevndina um ikki at skerja játtanina til Strandferðsluna, skrivar ráðið til løgtingið.

Í staðin fyri at skerja játtanina til Strandferðsluna við teimum 4,7 milliónunum, sum stovnurin væntandi fer at spara á olju-kontu'ni, mælir Vinnumálaráðið til at lata pengarnar til Smyril.

Ítøkiliga til at seta eina eyka manning á skipið fyri á tann hátt at taka hædd fyri strangu krøvunum um hvílitíðir. Og so skal viðlíkahaldið gerast á Smyril.

 

Hoyr samrøðu við Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040