Vildi hava málið um Sea Shepherd aftur í nevnd

03.12.2014 - 14:13
Innlendis›Politikkur
Vildi hava málið um Sea Shepherd aftur í nevnd
Bill Justinussen gav samgongufólkunum í Rættarnevndini av grovfílini í tinginum í dag


Tingið viðgjørdi uppskotið hjá Tjóðveldi um at fáa landsstýrið at síggja til, at felagsskapir sum Sea Shepherd ikki sleppa at virka í Føroyum móti landsins lógum.

Ein samd Rættarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi.

Tað fekk Bill Justinussen at minna á, at samgongan avger, hvønn politikk, landsstýrið skal reka.

Tingmaðurin hjá Miðflokkinum undrast á, at samgongufólk mæla til at samtykkja eitt uppskot, sum als ikki er viðgjørt í samgonguni, og hann vildi hava málið aftur í nevnd.

Endin varð, at løgtingið samtykti uppskotið frá Tjóðveldi. 18 atkvøður vóru fyri og átta ímóti.

Hoyr Bill Justinussen í tinginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961