Vit taka ikki ímóti peningi til politiskt virksemi

10.12.2014 - 13:13
Innlendis›Politikkur
Vit taka ikki ímóti peningi til politiskt virksemi
Útvarpið hevur spurt landsstýris- og løgtingsfólk, um tey hava tikið ímóti peningi. Øll siga nei

Í gjár feldi meirlutin á løgtingi lógarkrav um, at privat sponsorat hjá politiskum flokkum og politikarum skulu almannakunngerast.

Tí hevur útvarpið spurt nøkur landsstýris- og tingfólk, um tey hava tikið ímóti pengum frá privatum fyritøkum til sítt politiska virksemi. Øll siga nei.

Ein privat fyritøka hevði upp undir seinasta løgtingsval lýsingar í bløðunum til frama fyri Jacob Vestergaard og Johan Dalhl. Tað var reiðaríið Thor í Hósvík, sum átti lýsingarnar.

Sendingin Radarin seinnapartin klokkan 17.05 fer m.a. at snúgva seg um privatar sponsorar í politikki, og hvørjar reglur eiga at vera um slík sponsorat.
 

Mynd: Henrik Old, løgtingsmaður, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Johan Dahl, landsstýrismaður

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040