Vil varðveita Tormóð Stórá á Psykiatriska deplinum

11.12.2014 - 13:13
Innlendis›Samfelag
Vil varðveita Tormóð Stórá á Psykiatriska deplinum
Karsten Hansen, landsstýrismaður, er bersøgin í svarinum til fyrspurning frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu

- Eg vil ikki sleppa av við Tormóð Stórá, yvirlækna á Psykiatriska deplinum, heldur tvørturímóti.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, eftir at hann ikki legði fingrarnar ímillum, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, um støðuna á Psykiatriska deplinum.

Tað var støðið á fyrispurninginum, sum myndaði svarið, tí løgtingskvinnan sigur, at yvirlæknin gevur skarvin yvir av ótolandi arbeiðsumstøðum, og at alt, sum er ment seinastu árini, fer fyri bakka, sigur Karsten Hansen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213