- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virðið á Atlantic Petroleum er hálva milliard

Lági oljuprísurin fær nú eisini Atlantic Petroleum at repa seglini, og felagið hevur avgjørt at útseta oljuboring í bretskum øki næsta ár til 2016.
Men Atlantic Petroleum er væl fyri fíggjarliga.
Skuldin er 58 milliónir kr., og tøki peningurin - likviditeturin - verður umleið 135 milliónir kr., tá hetta árið er runnið.
Men lági oljuprísurin ávirkar partabrøvini í Atlantic Petroleum. Virðið á felagnum liggur um eina hálva milliard krónur, og partabrøvini verða keypt og seld í løtuni fyri minni enn helvtina av virðinum.
Ben Arabo væntar, at oljuprísurin fer at hækka aftur longu næsta ár, og góð leitiúrslit fara eisini at ávirka virðið á partabrøvunum rætta vegin.
Sí eisini















