Fjórðingur av útlendingum arbeiðir í vinnum, sum ikki geva avlop

Fjórðingur av útlendingum arbeiðir í vinnum, sum ikki geva avlop
Í 2013 vóu 448 útlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, men í fjør var talið 2.203
Talið á útlendingun á føroyska arbeiðsmarknaðinum er nærum fimmfaldað síðani 2013. (Savnsmynd)
 
23.03.2026 - 13:51

Talið á útlendingun á føroyska arbeiðsmarknaðinum er nærum fimmfaldað síðani 2013.

Ein fjórðingur av teimum arbeiðir í matframleiðslu og fiskivinnu - vinnur, sum ikki geva yvirskot.

í 2013 vóru bara átta prosent av teimum, sum arbeiddu í matvøruframleiðslu útlendingar. 

 


Kári Petersen.

 

Tøl hjá Hagstovuni vísa, at tað serliga eru serliga fiskavirkir, byggivinnan, matstovur og gisting, sum innflyta arbeiðamegi.

- Tá vit innflyta arbeiðsmegi, eigur tað at vera til vinnur, sum geva yvirskot, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur.

At innflyta arbeiðsmegi til vinnur, sum ikki geva yvirskot, er ikki gott fyri búskapin, tá búskapurin er ovhitaður. Tað skapar ikki vøkstur, men er við til at leggja trýst á bústaðarmarknaðin, hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23032026_Kari_um_arbeidsmegi

 

Í 2013 vóu 448 útlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í fjør var talið 2.203.

Vøksturin er 392 prosent.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655