Kyndil vil ikki til Vágs mitt í viku

25.01.2015 - 20:03
ÍtrótturHondbóltur
Kyndil vil ikki til Vágs mitt í viku
Hondbóltssambandið fylgir ikki sínum egna leisti, heldur Kyndil, nú tær skulu spæla seinnu hálvfinaluna í Vági mitt í viku

Í Kyndli eru tey ónøgd við, at besta kvinnuliðið hjá felagnum skal til Vágs at spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini mitt í viku.

Dysturin skal avgreiðast mikukvøldið, 28.01, klokkan 20, men Andreas F. Hansen, venjari hjá Kyndli, heldur ikki, at kappingarnevndin hjá hondbóltssambandinum hevur tikið atlit til trupulleikarnar, sum standast av hesum.

Hann sigur, at tað er trupult hjá leikarunum, sum hava arbeiði og børn, at ferðast til og liggja nátt í Suðuroy mitt í viku. Afturat hesum heldur hann, at Kyndil er fyri mismuni, tí mansliðið hjá Kyndli eisini skal spæla hálvfinalu í steypakappingini mikukvøldið, og at kvinnurnar tískil neyvan fáa nógvar kyndlafjepparar til Vágs at stuðla.

Kappingarnevndin nýtist ikki at ganga øllum ynskjum á møti

Inga Dahl, forkvinna í kappingarnevndini hjá hondbóltssambandinum, sigur í stuttari viðmerking, at bólkaspælið og hálvfinalurnar skulu spælast innan fyri eitt stutt tíðarskeið.

Hóast eitt hoyringarskriv verður sent út, eftir at dystirnir eru lagdir, so nýtist tað ikki at merkja, at kappingarnevndin skal ganga øllum ynskjunum um dystarskránna á møti.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459