Alvi Joensen vann Stella Polaris kappingina

22.02.2015 - 10:55
ListTónleikur
Alvi Joensen vann Stella Polaris kappingina
Finalan var í Norðurlandahúsinum gjárkvøldið, har seks finalistar høvdu framførðslu framman fyri dómaraborðinum
Alvi Joensen, guitarleikari
Mynd: savnsmynd  

Alvi Joensen vann og hini, sum vunnu ávíkavist aðru og triðju virðisløn vóru sangarin Birita Poulsen og saxofonleikarin Kristina Thede Johansen. Virðislønirnar vóru ávikavist 20.000, 10.000 og 5.000 krónur.

Mist Thorkilsdóttir sigur, at Alvi, hóast ungur, virkar sera búgvin í tónleikinum bæði tekniskt og at skilja tónleikin, sum hann spælir. Ein leikari sum Alvi Joensen kann náa langt við sínum tónleiki, um tað er tað hann vil, segði Mist Thorkilsdóttir, sum sat í dómarapanelinum til tónleikakappingina Stella Polaris, sum var hildin í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.

Eftir konsertina fekk Rannvá Fossaberg orðið á vinnaran Alva Joensen.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Praktikanturin: Jónhild Ferjá Hansen
193692
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. juni
Veðrið
193694
Týsdag 24. juni
3-2 (23. juni 2025)
193685
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626