Fiskivinnunýskipan: Krevur at andstøðan verður við

bannari
23.02.2015 - 10:45
InnlendisPolitikkur
Fiskivinnunýskipan: Krevur at andstøðan verður við
Bárður á Steig Nielsen fer ikki at atkvøða fyri eini nýskipan, sum breiða semja ikki er um

Andstøðan skal vera við í fiskivinnunýskipanini, um ikki øll, so stórur partur av henni.

Sambandsflokkurin verður ikki við til at leggja uppskot fyri tingið um fiskivinnunýskipanina, uttan at breið semja er um hana, tí hetta er ein so týðandi skipan fyri vinnuna og samfelagið.

Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður og formaður í Fíggjarnevndini, er ikki í iva.

Hann fer ikki at kvøða fyri einum uppskoti, sum breið semja ikki er um, áðrenn tað kemur í tingið.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sagt, at andstøðan fær fundarboð í hesari vikuni.

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360