Serfrøðingur: Føroyingar oyðsla tilfeingisrentuna

24.02.2015 - 09:46
InnlendisSamfelag
Serfrøðingur: Føroyingar oyðsla tilfeingisrentuna
Torbjørn Trondsen, doktari í fiskivinnuvísindum, hevur gjørt frágreiðing fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi
Mynd: FiskeribladetFiskaren.no  

Stórur partur av tilfeingisrentuni í fiskivinnuni verður oyðslaður burtur, tí stovnsrøktin er ikki burðardygg, og tí at tilfeingisrentan, sum sambært lógini er ogn hjá føroyska fólkinum, verður latin reiðaríum og reiðarum, - eisini teimum, sum fara úr vinnuni.

Hetta er ein høvuðsniðurstøðan í frágreiðing um føroysku fiskivinnuna, sum Torbjørn Trondsen, doktari í fiskivinnuvísindum, hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi.

Nógv betri stovnsrøkt og uppboðssøla av kvotum er vegurin fram, er niðurstøðan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816