Landsstýrismaðurin: Alt skal til lands

25.02.2015 - 14:25
InnlendisSamfelag
Landsstýrismaðurin: Alt skal til lands
At tveita høvd og slógv fyri borð, eigur ikki at henda í framtíðini, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Alt av fiski eigur at koma til lands, og einki skal blakast út aftur.

Tað segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Reimundi Langgaard, løgtingsmanni, í tinginum fyrrapartin.

Í farnu viku fekk flakatrolarin, Enniberg, bót í Noreg, tí sjóverjan segði, at teir tveittu fisk útaftur.

Reiðaríið veitti trygd fyri bótini, men ætlar, at málið skal avgerast í rættinum, tí talan var ikki um fisk, men um slógv, sum varð tveitt fyri borð, sigur skiparin, Sonny Johannesen.

At tveita høvd og slógv fyri borð, eigur ikki at henda í framtíðini, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904