- Tíðindi, mentan og ítróttur
Línuskip: Vit eru fyri vanbýti
02.03.2015 - 09:41
Innlendis›Samfelag
Línuskip: Vit eru fyri vanbýti
Feløg, ið hava bestu rættindini, fáa enn betri rættindi útlutað, sigur felagið Línuskip
Munur verður gjørdur á skipum, sum fiska botnfisk. Tað heldur nevndin í felagnum Línuskip.
Við førda fiskivinnupolitikkinum verður stórur munur gjørdur á feløgum, ið reka fiskiveiðu. Feløg, ið hava bestu rættindini, fáa enn betri rættindi útlutað, stendur í tíðindaskrivi frá nevndini í felagnum Línuskip.
Felagið sigur seg skilja, at dagar ella kvotur minka, tá stovnarnir eru lívfrøðiliga illa fyri.
- Men tá nýggj rættindi samstundis verða útlutað undir Føroyum, og vit ikki eru partur av hesum, so er torført at síggja tað lógliga, sakliga og viðkomandi í hesum avgerðum, skrivar felagið Línuskip í tíðindaskrivinum.
Hoyr Óla M. Lassen, næstformann í felagnum Línuskip, í útvarpstíðindunum.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV