Skulu ikki leggja seg út í privata vinnulívið

Skulu ikki leggja seg út í privata vinnulívið
Politiskir leiðarar taka ikki undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum um at hava fund við vinnulívið um spurningin, at fyritøkur verða seldar av landinum
80 prosent av byggifyritøkuni Articon eru á veg á danskar hendur. Men ikki allir politikarar halda, at politiska skipanin skal leggja seg út í málið.
 
24.01.2025 - 17:00

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, fær ongan stuðul frá hinum báðum flokkunum í samgonguni til ætlanirnar um at hava fund við vinnulívið um tað, at fyritøkur vera seldar av landinum.

Og formaðurin í Fólkaflokkinum tekur heldur ikki undir við, at politiska skipanin skal leggja seg út í viðurskiftini hjá privatu vinnuni á henda hátt.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, heldur, at tað er harmiligt, at føroyskar fyritøkur verða seldar av landinum.

- Vit eiga at spyrja, hví tær verða seldar, og hvat kann politiska skipanin gera, so kapitalurin trívist betur í Føroyum, sigur hon. 

Løgmaður sigur, at samgongan hevur ikki viðgjørt málið, men politiska skipanin fær ikki gjørt so nógv, tí eins og útlendskar fyritøkur kunnu keypa seg inn í føroyskt vinnulív, kunnu føroyskar fyritøkur keypa seg inn í útlendskt vinnulív. 

Hoyr samrøðu við Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, Aksel V. Johannesen, løgmann, og Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum:

 

24012024_Vinnuliv_og_politikarar

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659