NemID: Hugsa fyrst og fremst um trygdina

03.03.2015 - 08:44
InnlendisSamfelag
NemID: Hugsa fyrst og fremst um trygdina
Talgilda undirskriftin verður ikki við, tá NemID verður tikið í nýtslu í summar

-Vit hugsa fyrst og fremst um trygdina í netbankanum. Myndugleikarnir mugu taka diskusjónina um talgilda undirskrift til føroyingar.

Tað sigur Janus Petersen, formaður í felagnum hjá føroysku peningastovnunum, nú danska skipanin NemID verður tikin í nýtslu í Føroyum.

Hóast talgilda undirskriftin er partur av NemID, so verður hesin parturin ikki við, tá føroyskir netbanka-brúkarar skulu hava NemID.

Á fíggjarlógini í ár eru tilsamans tríggjar milliónir settar av til at kanna, fyrireika og gera eina yvirskipaða ætlan fyri talgildingini av samfelagnum næstu árini. Í hesum kanningararbeiði liggur eisini spurningurin um talgildu undirskriftina.

Tað arbeiðið má bara ganga sína gongd, sigur Janus Petersen, nú peningastovnarnir av sínum eintingum seta í gildi skipanina við NemID.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. juni
Morgunlestur leygardagur 22. juni 2024
176802
Fríggjadag 21. juni
RagnarRokk 20.juni 2024
176048
Fríggjadag 21. juni
Vikuskiftið 21 juni 2024
177095
Fríggjadag 21. juni
EM-tíðindi: 21. juni 2024
177079
Fríggjadag 21. juni
Morgunlestur fríggjadagur 21. juni 2024
176801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. juni
Veðrið - teknmálstulkað
177106
Fríggjadag 21. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177105
Fríggjadag 21. juni
Veðrið
177099
Fríggjadag 21. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177073
Mikudag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176988