Vinnan kann draga negativa rentu frá

Vinnan kann draga negativa rentu frá
Stórur meiriluti er í Fíggjarnevndini fyri uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni
Við uppskotinum verður negativ renta javnsett við positiva rentu fyri pengar, sum standa í peningastovnunum
 
15.04.2021 - 08:27

Bæði Sjálvstýri og Framsókn taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um, at vinnan kann draga negativa rentu frá í skattinum.

Stórur meiriluti er tí í Fíggjarnevndini fyri uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.

Við uppskotinum verður negativ renta javnsett við positiva rentu fyri pengar, sum standa í peningastovnunum.

Kapitalvinningur skal rindast av positivari rentu. Og nú skal negativ renta dragast frá í skattinum hjá vinnuni. 

Negativ renta óneyðug

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taka ikki undir við uppskotinum.

Tað er ikki neyðugt hjá peningastovnunum at taka negativa rentu, siga tey.

Peningastovnarnir hava stór yvirskot, og onkur rindar serstakt, stórt vinningsbýti.

Harafturat ger negativ renta, at hús verða keypt, ikki til at búgva í, men sum ein íløga. Hetta ger, at prísirnir vaksa nógv, siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391