Makrelsamráðingar á Hotel Føroyum

04.03.2015 - 09:52
Innlendis›Samfelag
Makrelsamráðingar á Hotel Føroyum
Umframt strandarlondini, eru umboð fyri Ísland, Grønland og Russland við á fundinum. Tey eru við sum eygleiðarar

Í dag byrja samráðingar aftur um býtið av makrelinum. Tað eru Føroyar, sum nú standa á odda fyri samráðingunum, og tí eru samráðingarnar í Føroyum.

Hotel Føroyar er stúgvandi fult av fólki, nú strandarlondini, Føroyar, ES og Noreg fara aftur til samráðingar.

Umframt strandarlondini, eru umboð fyri Ísland, Grønland og Russland við á fundinum. Tey eru við sum eygleiðarar.

Haraftrat eru umboð fyri vinnuna í londunum við á fundinum.

Tað er tilmælið hjá ICES, hvussu makrelstovnurin skal umsitast, sum er á skránni í samráðingunum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum:

Hoyr Jacob Vestergaard, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334