Takið burturkast við tykkum aftur

14.04.2015 - 10:35
InnlendisSamfelag
Takið burturkast við tykkum aftur
Í náttúrini síggja avleiðingar av nógvum burturkasti, og Djóraverndarfelagið fær javnan fráboðani um djór, sum eru komin illa fyri í burturkasti
Hesi eru í vanda, um vit ikki vanda okkum um náttúruna
Mynd: Djóraverndarfelagið  

Danski náttúrufriðingarfelagsskapurin og danska djóraverndarfelagið varpa í hesi vikuni ljós á burturkast í náttúruni, og á at fólk skulu taka burturkast við sær. 

Burturkast í náttúruni er til stóran vanda fyri djórini. 

Sum dømi verður millum annað nevnt eitt fuglanev, sum er vavt inn í plastikk.

Vit taka ikki burturkast við okkum

Nú summarið stundar til, fara vit alsamt oftari út í náttúrna at hugna okkum. 

Men sambært felagsskaprinum stroya vit um okkum við burturkasti.

Og avleiðingin av nógva burturkastinum er sjónlig, skrivar danska djóraverndarfelagið.

Tað rakar djórini

Trupulleikin við burturkasti í náttúruni sæst eitt nú við, at elastikk sita føst rundam um fiskar og eisini um hálsin á fugli, og bein og veingir á fugli eru vavd inn í snøri og subbar av neilon og gørnum.

Og úrslitið verður tað sama, - at fuglurin doyr spakuliga og pínufult, sigur Michael Carlsen, lívfrøðingur hjá djóraverndarfelagnum.

Ikki frægari í Føroyum

Nú er hetta eitt danskt tiltak, men hvussu stórur er trupulleikin í Føroyum? Hesum spurningi svarar Ragna Maja Kruse, forkvinna í Djóraverndarfelagnum. Hoyr samrøðuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770