Sofía Purkhús: Vit eru klárar til bestu deildina

28.04.2015 - 11:28
Lívsstílur
Sofía Purkhús: Vit eru klárar til bestu deildina
Tær tríggjar, Sofía Purkhús, Eina Nolsøe og Birgit Guttesen, spæla eftir øllum at døma í bestu flogbóltsdeildini í Danmark næsta kappingarár

Vit hava fyrireikað okkum væl til hesar finalurnar móti Gentofte, um hvør skal spæla í bestu deildini komandi kappingarár, sigur Sofía Purkhús, sum spælur við Amager AK. 

Sofía spælir við Amager AK  saman við tveimum øðrum føroyingum, Birgit Guttesen og Einu Kalsø. 

Amager AK vann næstbestu deildina í Danmark, men kappingarskipanin sigur at man ikki vinnur eina beinleiðis uppflyting í hægri deild. Tí skal Amager AK skal spæla tvær finalur móti aftasta liðnum í bestu deildini, sum er Gentofte. 

Tað liðið,  sum vinnur flest sett samanlagt í finalunum skal spæla í bestu donsku flogbóltsdeildini næsta ár.

Morgunsendingin tosaði í morgun við Sofíu Purkhús, úr Klaksvík, sum spælir við Amager AK. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815