Leggja skinnarar meðan tokið koyrir

12.05.2015 - 14:49
InnlendisSamfelag
Leggja skinnarar meðan tokið koyrir
Vit skulu ikki bert hugsa um at fáa útisetar aftur, men eisini útbúgva tey sum búgva her, sigur Gestur Hovgaard um nýggu masterlæruna á Setrinum

Nú ber til at lesa víðari frá eini bachelor í søgu og samfelagsfrøði. 

Frammanundan bjóðar Fróðskaparsetrið eina bachelor útbúgving í , søgu, politikki og umsiting ella sosialvísindi og samfelagsplanlegging. 

Men útboðið av hægri útbúgvingum hevur ikki verið stórt og allarhelst er ein stórur eftirspurningur at fara undir hægri lestur í føroyum. 

Útbúgvingin verður kallað masterlæra og er ein samfelagsvísindalig masterútbúgving í søgu, politikki og umsiting, og sosialvísindi og samfelagsplanlegging. 

 

Gestur Hovgaard, útbúgvingarleiðari, sum varðar av hesi útbúgvingini sigur at søgu og samfelagsdeildin leggur skinnarar meðan tokið koyrir. Og tí kemur hendan útbúgvingin kanska eitt sindur óvæntað, og bert seks vikur áðrenn freistin er at søkja. 

Men soleiðis eru umstøðurnar bara, og vit mugu hava eitt breitt úrval av hægri lestri í føroyum hóast tað eru lutfalsliga fá lesandi. 

Hoyr Gest Hovgaard greiða frá útbúgvingini omanfyri.

 

 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558