Lítið framsøkið álit um útveiting

20.05.2015 - 10:10
InnlendisPolitikkur
Lítið framsøkið álit um útveiting
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, heldur, at tilmælini um at útveita virksemi hjá Landsverki eru ov varin

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er ikki tikin av fótum av frágreiðingini um virksemið hjá Landsverki, sum ein arbeiðsbólkur hevur sitið við síðani desember í fjør.

Hann heldur, at arbeiðið ber ov nógv brá av, at Landsverk hevur verið umboðað í bólkinum.

Jørgen Niclasen er misnøgdur um, at arbeiðsbólkurin er sera varin við tilmælum um útveiting.

Eitt nú mælir bólkurin til í eini royndartíð at veita landsvegahald í Sandoynni út. Eitt grótbrot í Porkeri og viðlíkahaldi av einum tyrlupalli í Vágum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776