Jørgen Dragsholm vann í Hægstarætti

04.06.2015 - 13:14
Útheimurin
Jørgen Dragsholm vann í Hægstarætti
Jørgen Dragsholm stevndi Bent Jensen, tí hann í greinum hevur skrivað, at Jørgen Dragsholm var KGB-agtentur í kalda krígnum

Men tað hevði Bent Jensen ikki nóg góð prógv fyri at skriva, staðfestir Hægstirættur, og dømdi hann fyri ærumeiðing.

Málið byrjaði fyri tíggju árum síðani. Dómur var fyrstu ferð sagdur í rættinum í Svendborg í 2010, tá Bent Jensen var dømdur fyri 35 útsagnir um Jørgen Dragsholm. 

Hann kærdi dómin, og varð fríkendur í Landsrættinum í 2013. 

Síðani fór Jørgen Dragsholm í Hægstarætt, og vann málið í Hægstarætti í gjár. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947