Borgarligu flokkarnir megna ikki at skipa meirilutastjórn

Borgarligu flokkarnir megna ikki at skipa meirilutastjórn
Danski fólkaflokkurin hevur stóra framgongd, og dyrgt verður eisini eftir Vinstra, men borgarligi vongurin fær bara 82 sessir í fólkatinginum
Nýggj veljarakanning vísir, at hóast Vinstriflokkurin aftur verður partur av borgarliga veinginum, men borgarligu flokkarnir ikki at skipa meirilutastjórn.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.08.2025 - 09:32

Borgarligu flokkarnir, vanliga nevndir bláu flokkarnir, hava sum er ikki nóg stóra undirtøku at skipa meirilutastjórn í Danmark.

Men Danski fólkaflokkurin hevur góðan byr.

Flokkurin fær 8,1 prosent av atkvøðunum í nýggjari veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR.

So góða undirtøku hevur Danski fólkaflokkurin ikki havt í veljarakanningum síðani apríl 2020.

Á fólkatingsvalinum í 2022 fekk flokkurin bara 2,6 prosent av atkvøðunum, og var tað eitt søguliga vánaligt val, har flokkurin næstan ikki kom upp um tinggáttina.

Men hóast tað er framgongd hjá Danska fólkaflokkinum, megna borgarligu flokkarnir ikki at skipa meirilutastjórn í Danmark.

 

 

Morten Messerschmidt og Danski fólkaflokkurin høvdu eitt vánaligt val seinast, men nú stendur flokkurin seg væl í veljarakanning. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Royna at sannføra Vinstra

Í hesum døgum royna borgarligu flokkarnir at sannføra Vinstraflokkin um at gerast partur av borgarliga vonginum eftir næsta fólkatingsval.

Vinstriflokkurin skipar í dag stjórn saman við Sosialdemokratunum og Moderatunum.

Men sjálvt um borgarligi vongurin fær Vinstraflokkin við, eru borgarligu flokkarnir nokk so langt frá at fáa meiriluta.

Í veljarakanningini hjá Epinion fáa Danski fólkaflokkurin, Vinstraflokkurin, Liberal Alliance, Danmarksdemokratarnir og Konservativi fólkaflokkurin 45,5 prosent av atkvøðunum til samans.

Tað gevur 82 umboð í fólkatingið, og tað krevur 90 umboð fyri at fáa meiriluta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin
207266
Sunnudag 19. apríl
Gudstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227