Magn sleppur ikki at eiga vindmyllur

19.06.2015 - 14:30
InnlendisSamfelag
Magn sleppur ikki at eiga vindmyllur
SEV skal eiga allan partapeningin í feløgunum, sum vera dótturfeløg hjá SEV. Tað hava kommunurnar samtykt

SEV vil ikki lata onnur sleppa at eiga part av vindmyllunum hjá felagsskapinum.

Kommunurnar, sum eiga SEV, samtyktu einmælt á eykaðalafundi fyrrapartin, at SEV skal stovna tvey partafeløg, annað skal eiga myllurnar í Neshaga, hitt myllurnar í Húsahaga.

Og SEV skal eiga allan partapeningin í feløgunum, sum vera dótturfeløg hjá SEV.

Tað merkir, at oljufelagið Magn, sum var við, tá útbjóðingin var, ikki er við longur.

Jákup Suni Lauritsen er nevndarformaður í SEV.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162