Spyr um myllurnar í Hoyvíkshaganum

Spyr um myllurnar í Hoyvíkshaganum
Vindmyllurnar við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum eru nú komnar í løgtingið
Gellingarklettur.
 
04.06.2019 - 12:16

Vindmyllurnar við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum eru nú komnar í løgtingið.

Bill Justinussen, løgtingsmaður, spyr Høgna Hoydal, landsstýrismann í búnaðarmálum, hvør heimild er at geva Sigerti Patursson, bónda, loyvi at nýta festijørðina til at byggja vindmyllur í Hoyvíkshaganum og gera samstarvsavtalu við sp/f Vindrøkt, sum útihýsir øðrum tilboðsgevarum at fáa atgongd til almennu jørðina.

Bill Justinussen spyr eisini, um bara Sigert Patursson fær slíkar sersømdir at brúka almenna jørð til vindmyllubygging.

Hann spyr, um tilsøgnin verður tikin aftur og, hvørjar avleiðingar tað so hevur.

Sigert Patursson fekk longu í 2003 loyvi til at brúka festijørðina til vindmyllur. 

Avtala við felag

Hann hevur síðani gjørt avtalu við sp/f Vindrøkt um samstarv um vindorku.

Hóast Umhvørvisstovan hevur boðið jørðina út til aðrar umsøkjarar, kunnu teir ikki fáa hesa jørðina, sigur Bill Justinussen.

Tað er tí viðkomandi at fáa staðfest, um lóggávan heimilar slíkari privatari seravtalu um almenna jørð, sum forðar øðrum umsøkjarum so sum SEV at sleppa framat at bjóða uppá framtíðar vindorkuútbyggingina í Føroyum, sigur Bill Justinussen.

Bill Justinussen spyr eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, um útbjóðingina í Hoyvíkshaganum.

Hann spyr, um hon er lóglig eftir elveitingarlógini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454