Andstøðan: Samgongan eigur næsta leik

bannari
24.06.2015 - 13:42
InnlendisSamfelag
Andstøðan: Samgongan eigur næsta leik
Andstøðuflokkarnir løgdu fram uppskot um misálit á løgmann í 2013, men tað varð ikki samtykt

Samgongan eigur næsta leikin í kjalarvørrinum av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra, í málinum um Eysturoyartunnilin.

Tað halda Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

Teir vísa á, at andstøðan løgdu fram uppskot um misálit á løgmann í hesum máli í oktober 2013, men tað varð felt.

Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari, heldur, at andstøðan hevur ongan skund, tí løgtingsval verður seinni í ár, og niðurstøðan hjá kanningarstjóranum styrkir ikki útgangsstøðið hjá samgonguni, tvørturímóti.

 

Mynd: Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360