Eiga at gera felags tilmæli

24.06.2015 - 11:04
Innlendis›Vinna
Eiga at gera felags tilmæli
Havstovan og Fiskidaganevndin eru sinnað at kanna møguleikan at gera eitt felags tilmæli til landsstýrismannin

Breið semja tykist vera um, at tað hevði verið skilabest, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fekk eitt samlað tilmæli frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, ið partarnir stóðu saman um.

Havstovan og Fiskidaganevndin eru grundleggjandi ósamd, og tilmælini peika tí hvør sín veg.

Tí kann tað vera trupult hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at taka dagar ímillum tilmælini og hvørjum hann skal lurta eftir.

Men bæði Havstovan og Fiskidaganevndin eru sinnað at kanna møguleikan at gera eitt felags tilmæli til landsstýrismannin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793