Avtalan er stórt frambrot

17.08.2015 - 18:22
InnlendisHeilsa
Avtalan er stórt frambrot
Landssjúkrahúsið hevur gjørt avtalu við Ríkissjúkrahúsið um at fáa serlækna til Føroya hvørja viku at síggja krabbameinssjúklingar

Seinastu tíðina hevur Landssjúkrahúsið gjørt fleiri avtalur við Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn um samstarv í sambandi við viðgerðir. Ein av størru avtalunum er um krabbameinsviðgerð. 

Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum, sigur, at her er talan um stórt frambrot, tí nú koma serlæknar til Føroya einaferð um vikuna at síggja føroyskar krabbameinssjúklingar.  

Nýggja avtalan fer at kosta Landssjúkrahúsinum um eina miljón krónur um árið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808