Krígsárini aftur í Sjónleikarahúsinum

19.08.2015 - 13:26
ListLeiklist
Krígsárini aftur í Sjónleikarahúsinum
Vælkomin til Operation Valentine - ein Site-Specific, dokumentarisk montaga, kallar Egill Heiðar Anton Pálsson, leikstjóri leikin

Føroyski sjónleikarabólkurin Det Ferösche Compagnie, hevur fríggjakvøldið 21. august, heimsfrumframførslu av nýggjum leiki, sum er bygdur á bretsku hersetingina av Føroyum undir Øðrum Veraldarbardaga. Leikurin eitur Operation Valentine.

Allur heimurin broyttist undir II. veraldarbardaga og okkara lítlu oyggjar í norðuratlantshavi sluppu heldur ikki óskalaðar. 12. apríl í ár vóru 75 ár liðin síðani fyrstu bretsku hermenninir stiðju fótin á land í Føroyum. Operation Valentine, sum bretska hersetingin kallaðist, setti mong, mong spor í føroysku tilvitskuna og sjálvsfatanina. Tað var sum at 20. øldin frá degi til dags steig inn í lítla avbyrgda oyggjasamfelagið. Mentanarliga, hugsjónarliga, politiskt, fíggjarliga, tjóðskaparliga, kensluliga og ikki minst á kærleiksvíðvøllinum gjørdi Operation Valentine sítt innrás á fólkasálina - bæði við álvara og gaman.

Góðan morgun Føroyar hevur vitjað í Sjónleikarahúsinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815