Umhvørvisdálking kann hótta sáðkyknur hjá monnum

04.11.2015 - 16:42
InnlendisSamfelag
Umhvørvisdálking kann hótta sáðkyknur hjá monnum
Tað sigur Maria Skaalum Petersen, granskari við deildina fyri Arbeiðs og Almannaheilsu


Nýggj kanning av føroyskum monnum staðfestir, at eksponering av dálkingarevnum í umhvørvinum, m.a. PCB, kann hava skaðiligt árin á sáðkyknur.

Kanningin er hin fyrsta av sínum slag, har hugt verður eftir sambandi millum skaðilig evni í ungdómsárunum og sáð disomy, sum kann hava við sær nøringartrupulleikar seinni í lívinum. Disomy er, tá sáðkyknur hava eitt X ella Y kromosom ov nógv. 

Lág sáðkonsentratión hjá føroyingum

Á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava tey áður funnið og almannakunngjørt, at sáðkonsentratiónin hjá føroyskum monnum er áleið tann sama ella kanska lægri samanborið við danir, sum hava millum tær lægstu sáðkonsentratiónirnar í heiminum. 

Sambandið millum sáðgóðsku og fruktbari er væl kannað í útlendskum verkætlanum.

Her er staðfest, at tá sáðkonsentratiónin hjá monnum fer niðurum 40 mill/ml, hevur hetta negativ árin á fruktbarið. 

Fruktbari er í vanda

Hjá føroysku monnunum varð funnið, at helvtin av monnunum hevði eina sáðkonsentratión undir 40 mill/ml.  Teir hava tískil so lága konsentratión, at tað gongur út yvir teirra fruktbari. 

Afturat hesum vísti tað seg, at lutfallið millum mongdirnar av ymisku kynshormonunum var øðrvísi hjá føroysku monnunum samanborið við danir, og hetta kann hugsast at ávirka sáðgóðskuna.

Hoyr samrøðu við Mariu Skaalum Petersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454