Kt-loysnirnar skulu vera føroyskar

25.11.2015 - 10:36
Lívsstílur
Kt-loysnirnar skulu vera føroyskar
Føroyingar kunnu veita betri og minst líka tryggar ktloysnir, sum annars vera keyptar uttanlands, sigru Ólavur Ellefsen frá KT-felagnum

Føroyska samfelagið stendur framman fyri eini spennandi talgildari framtíð við millum øðrum talgildum samskifti millum borgarar og tað almenna og heimtøku av bankaskipanum.

Føroyska KT vinnan hevur í fleiri ár merkt eina óhepna gongd, har útlendskir veitarar verða tiknir fram um, tá KT verkætlanir verða framdar í Føroyum.
Nógvir væl útbúnir føroyingar starvast í KT vinnuni uttanlands, sum eins væl kundu flutt heim og verið partur av føroysku menningini.

Í løtuni starvast umleið 200 fólk í føroysku KT vinnuni, men við einum øktum virksemi, á hædd við okkara grannalond, kunnu fleiri hundrað arbeiðspláss verða skapt í KT vinnuni komandi árini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444