Sett 170 milliónir í Vivino

Sett 170 milliónir í Vivino
SCP Neptune International hevur sett meira enn 170 milliónir krónur í fyritøkuna hjá Heina Zachariassen, Vivino
Ørandi upphædd er aftur sett í Vivino
 
12.01.2016 - 14:11

Fyritøkan Vivino hjá Heina Zachariassen, sum hevur høvuðssæti í San Francisco, hevur fingið risastóra kapitalinnspræning - meira enn 170 milliónir krónur.

Vivino er heimsins størsta vín-app við 13 miljónum brúkarum í 228 londum. Í løtuni leggjast heili 25.000 brúkarar aftur at á hvørjum degi, sigur stjórin við Kringvarpið.

Tað var í 2010 at Heini Zachariassen saman við Theis Søndergaard fór undir at gera appina Vivino, sum síðani hevur havt øgiligan viðvind. 

Fyritøkan hevur eini 50 fólk í starvi á deildum í Danmark, Ukraina og í San Francisco í California.

Aftan fyri stóru nýggju íløguna stendur belgiski ríkmaðurin, Christophe Navarre, sum er víðagitin í vín-heiminum m.a. fyri at eiga fínastu Champagne-merkini.

(greinin heldur fram niðanfyri)

Christophe Navarre (mitt í myndini) hevur sprænt 25 milj. dollarar - uml 170 milj. kr, í Vivino

Vit hava eina longri samrøðu við Heina Zachariassen í tíðindasendingini klokkan 18.


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329