Alari: Politikarar halda ikki avtalur

01.04.2015 - 15:10
InnlendisPolitikkur
Alari: Politikarar halda ikki avtalur
Hetta er skrúvan uttan enda, nú m.a. alivinnan skal gjalda meiri næsta ár, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna

Alarar hildu seg hava eina greiða avtalu við politikararnar um, at gjøldini, sum vórðu løgd á vinnuna í fjør, skuldu vera óbroytt í nøkur ár.

Tí soleiðis tulka alarar niðurstøðuna hjá arbeiðsbólkinum hjá Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Havbúnaðarfelagnum, sum gjørdi eitt upprit um loyvisgjald á alivinnuna.

Atli Gregersen, stjóri í P/f Luna, sigur, at hann var í hvussu so er so naivur at halda tað.

Men nú noyðist hann at ásanna, at hini, sum søgdu, at hetta var bara byrjanin, fingu rætt.

Hetta er skrúvan uttan enda, sigur Atli Gregersen, stjóri í alivirkinum Luna, nú landsstýrið hevur kunngjørt, at millum annað alivinnan skal gjalda meira næsta ár enn í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006