Virðini eiga ikki at flyta millum lond

Virðini eiga ikki at flyta millum lond
Skattalóggávan skal broytast fyri at sleppa undan spekulatión
Kristina Háfoss legði níggju lógaruppskot fyri løgtingið fríggjadagin.
 
04.11.2018 - 13:36

Virði, sum verða skapt í Føroyum, eiga at koma føroyska samfelagnum til góðar.

Og virði, sum eru skapt í øðrum londum, eiga at koma teimum londunum til góðar. 

Hetta er kjarnin í broytingum í skattalógini og toll- og skattafyrisitingarlógini, sum skulu fyribyrgja skattahugsan í sambandi við transfer pricing.

Transfer pricing er ein stór altjóða avbjóðing, tá partafelagsskattur verður umsitin.

Transfer pricing kann gera, at feløg, sum virka í fleiri londum, kunnu flyta yvirskot til tann partin av felagnum, sum hevur heimstað í landi, har lítil og eingin partatafelagsskattur verður rindaður og flyta útreiðslurnar til landið við hægra skattinum. 

Umdømið styrkjast

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, legði lógaruppskotini fyri løgtingið fríggjadagin.     

Endamálið er millum annað at styrkja altjóða umdømi Føroya í skattahøpi.

Ein partur av transfer pricing reglunum, sum skulu í føroysku skattalóggávuna, er “land fyri land frágreiðingin.” 

Verkætlan hjá OECD

Land fyri land frágreiðingin er partur av BEPS, Base Erosion and Profit Shifting verkætlanini hjá OECD. 

BEPS verkætlanin er ein roynd at betra møguleikarnar hjá londunum at fyribyrgja, at stór samtøk og stór feløg, sum virka í fleiri londum, gjalda ov lágan ella als ongan skatt.

Umframt broytingar í skattalógini og toll- og skattafyrisitingarlógini verður norðurlendski dupultskattasáttmálin dagførdur, so hann er í samsvari við BEPS minstukrøvini hjá OECD. 

Føroyar hava bundið seg til at lúka BEPS minstukrøvini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025