Ísland fær nýggjan forseta í summar, tann sætta

01.01.2016 - 16:34
Útheimurin
Ísland fær nýggjan forseta í summar, tann sætta
Ólafur Ragnar Grímsson, boðaði í nýggjársrøðu sínari í dag frá, at hann ikki stillar upp aftur, tá hetta valskeiðið er liðugt.

 

Forsetin segði longu fyri fýra árum síðani, at hann ætlaði sær at gevast, men stillaði upp aftur, tí hann fekk nógvar áheitanir um tað, tí stór óvissa framvegis valdaði eftir stóra skrædlið í 2008.

Men nú er Ísland komið fyri seg aftur á flest øllum økjum. 

Og nú er rætta løtan at gevast, segði Ólafur Ragnar Grimsson í røðu sínari til íslendsku tjóðina í dag. 

Ólafur Ragnar Grímsson er 72 ára gamal, og hevur verið forseti í 20 ár. Hann segði, at hann framvegis, tá hann er farin úr forsetasessinum, fer at arbeiða fyri Ísland, millum annað við teimum avbjóðingum, sum veðurlagsbroytingar eru.

Ólafur Ragnar Grimsson er fimti forsetin, síðani Ísland gjørdist sjálvstøðugt land í 1944.  

Hann varð fyrstu ferð valdur til forseta í 1996, og er valdur til forseta fimm ferðir tilsamans. 

Tíðindastovan, AFP skrivar, at enn hevur eingin boðið seg fram at gerast íslendskur forseti eftir Ólaf Ragnar Grímsson, men hildið verður, at fleiri hava bíðað eftir avgerðini hjá honum um ikki at stilla uppaftur.

Forsetavalið verður 25.juni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457